Category Archives: Á Brúnni (CD, 2006)

Fløga, 2006

Í tínum trygdarskugga
Teksturin er íblástur úr sálma 91 hjá Dávidi kongi.

Í tínum trygdarskugga siti eg
millum toftir
meðan torusteinar brennandi
falla úr lofti
her í tínum bútjaldi
eg hvíli millum riðini
Í tínum trygdarskugga siti eg

Um tíggjutúsund falla mær við lið
meg einki sakar
og deyðans ørvar flúgva beint framvið
meg eingin rakar
eg ræðslu ræðist ei á nátt
ei sótt, ið sníkir seg um gátt
Í tínum trygdarskugga siti eg

Tú ert mítt høli og mín borg
til tín eg beri mína sorg
mína sorg

Á víðvølli har særdan fanst tú meg
í tøkum tíma
hvør fíggindi tá ræddur rann sín veg
hann mátti rýma
tú vini tínum vísti ans
eg slapp úr snerru jagarans
Í tínum trygdarskugga siti eg

Orð og lag: Martin Joensen, 2006

Gestur

Tá vetursins kaldastu vindar
háðandi hótta mítt sinn,
tá hoyri eg bankan á dyrnar
frá onkrum, ið vil sleppa inn.

So varin eg hyggi og hómi
eitt andlit, ið fortíðin tók.
Eitt andlit, ið alla tíð dró meg,
tvey eygu so livandi klók.

Við vármildum brosi hon teskar:
mín vinur, skjótt sóltíðin er!
Og varrar mínar hon leskar
við óminniskossi og fer.

Í glaðunum síggi eg glotta
og regnið er ramma um frið.
Eg leiti og sakni mín ótta:
mín elskaða, tók tú hann við?


Martin Joensen, 1984. Útgivin á »Kanska í Dag« við Vestmonnum, 1985 og á “Á Brúnni” við Martin Joensen, 2006.

Einsamallur

Hoyr, brimið dunar mót landi,
brýtur bivandi klett!
Tað er so hált her eg standi,
– hvør hevur línuna kvett?

Látur og dragandi tónar
úr botnleysu gjógv.
Hjartað mítt skelvir og vónar,
at djevlarnir duga sær hógv!

Hvagar hvurvu yndisandlit øll?
Nú eftir eru huldufólk og trøll!
Hómi ljósmann bíða handan á,
tori eg at rópa, siga frá?

Nær vaknar morgunin aftur?
Hvar goymir sólin sítt ljós?
Nær verður sjógvurin slættur?
Hey, stormur, far aðra kós!

Verður her nakrantíð dagur?
Aldri var náttin so myrk!
Við brúnna bíðar ein maður,
bjóðar sálini styrk.

Her er so myrkt fyri fóti,
eg gangi meg útav!
Hey, maður, kom mær ímóti,
rætt mær tín kepp og tín stav!


Orð og lag: Martin Joensen, 2005/06

á brúnni

bíðandi biðil á brúnni
tølandi tutlar tín á
hon drekkur mánastrálur
og verður til bleiktrandi hav

stendur í steðgaðum heimi
og telur stjørnustundir
sum føddust og lýstu
og løgdust í bleiktrandi hav

skýmingin goymir brátt brúnna
smádreingirnir renna heim
tú bíðar millum strendur
nú sól verður bleiktrandi hav


Martin Joensen, 2004.
Fyrstu ferð alment framførdur til 25 ára hátíðarhaldið hjá Krabbameinsfelagnum sama ár.

Í gjár

Vassa í ánni ein junidag.
Æður á vágni, ein slupp fer avstað.
Eitt starapar, ein spurin ær.
Eitt summar, sum kom framvið.
Var tað í gjár?

Eitt heftiplástur á longutong.
Ein fløskupostur til tín úr Hong Kong.
Eitt hav so blátt, eitt skýggj so vátt.
Eitt summar, sum fór framvið.
Var tað í gjár?

Ein pápalátur, eitt mammutár.
Ein árabátur, ein nýmálað ár.
Eitt sund so gylt til lítlan pilt.
Eitt summar, sum fór framvið.
Var tað í gjár?


Martin Joensen, 2005

Leyst og liðugt

leyst og liðugt og lokið
alt er sagt og gjørt
her er púra sørt
síðsti leikurin leiktur
nú skal hann avstað
hon gjørdi tað liðugt í dag

hann er stillur og fattur
pakkar síni ting
og hon fær sín ring
fløgurnar kanst tú eiga
gev mær bert pink floyd
og beatles ta hvítu tú veit

kettan er betri við teg enn við meg
hana mást tú gjarna hava
ulpuna lati eg hanga beint her
góð at hava í kava

aftur einsamøll heima
hugsar what a mess
skrivar eitt sms:
onkustaðni langt inni
elski eg teg enn
eg meini tað tað veit denn

Martin Joensen, 2005

Eg helt

Eg helt, at eg visti hvat
tað merkti at liva.
Eg helt eingin sangur var
eftir at skriva.
Eg helt, at mítt liv var alt
væl fest í basalt.
Tað var áðrenn eg hitti teg
og tú hersetti meg.

Tú lærdi meg sorgina
og hennara sangir.
Tú vísti mær borgina,
har vónin fekk veingir.
Tú bar meg um tyngstu fjøll
til grønasta vøll.
Tú rykti meg upp við rót
og førdi mín fót.

Sól og máni og stjørnufjøld
hoyrdu øld eftir øld
saman sangin og sama lagi,
sum eg hoyri í kvøld.

So spæl mær títt hjartalag,
nú kvøldið tað líður,
so eg fái lært meg tað
meðan enn tíð er.
Kom ger mær mítt myrkur ljóst
og fetini føst.
So vendist her ikki við,
kom gev mær tín frið.


Martin Joensen, 2006

Heima

várið vekir veikar vøddar eftir vetrarblund
veittrar bleikar skonir út í dagin
gummiskógvar lakka paradís í túninum
sólin speglar sær í blonkum rútum
mammur vaska klæði, pápar hyggja út á hav
kettlingurin smoykir sær um hornið
Beatles syngja “Love me do” og Gullberg fer av stað
Captain Micky og Davy Crockett skulu heim í bað

trøini hjá Eyolvi so grøn og eygagóð
krúpa upp í bláa himnahavi
gamla Nikolina situr á síni altan
blundar, smílist, drekkur dagin í seg
mammur gera nátturða, svangir pápar koma heim
kettlingurin tevjar eina rottu
sligin bøur, sligin knø, og kvøldarsólin lær
náttin bjóðar summartroyttum sálum hvíld hjá sær

heystið kom og rak mítt summar burt úr túninum
kaldir vindar kvóðu gravarvísu
døkkir dagar, nakna túnið saknar síni børn
trøðini nú rista sína greinar
Mammur kóka knetti, pápar tetta vindeygu
kettlingurin leppir mjólk og geispar
hurðin brestur upp, Anna Sofía rópar inn:
Niels Juel sigur at teir hava skotið Kennedy!