Um Martin Joensen

_______________________________________________________

Stutt um meg sjálvan:

Eg eri er føddur í Vestmanna 27. august 1953. Foreldur míni vóru Emil Joensen av Heygum, Vestmanna, og Maria Joensen (fødd Jacobsen) av Vatnsoyrum. Eg vaks upp næstelstur av 4 systkjum og gekk í skúla í Vestmanna, haðani eg tók realprógv í 1970.

Síðan gekk leiðin til Hoydalar, har studentsprógvið kom til høldar í 1973. So læraravikarur í trý ár: í Vestmanna, í Hesti og á Venjingarskúlanum í Havn. Í 1977 fór eg á Glyptotekets tegneskole og var har í eitt ár, kom inn á Skolen for Brugskunst í 1978 og tók haðani prógv sum teknari og grafikari í 1982.

Eg byrjaði so smátt av álvara at skriva sangir og yrkingar eftir at eg var fluttur heimanifrá um 18 ára aldur. Fyrsti teksturin, sum varð nýttur til útgávu, var “Svarti Ravnur”, sum Kræklingar spældu inn í 1975-76.

Havi annars verið limur í tónleikabólkinum Vestmenn síðani byrjanina í 1982, og hava vit givið út fimm plátur.

Undir egnum navni havi eg givið út bondini/fløgurnar: Morgun í 1986, Skuggagestir í 1991, Blátt í støðum í 1993, Áraløg (savnsfløga) í 2002, Á Brúnni í 2006 og Kvøld í 2010.

Sangleikurin Skuggagestir varð framførdur í Sjónleikarhúsinum í 1990.

Í Grønu songbók eri eg umboðaður við 36 sangum, sum eg í flestu førum eisini havi gjørt løg til. Eisini eru onkrir av mínum sangum at finna í Føroya Fólks Sangbók.

Sept. 2011.

Martin

Advertisements

One response to “Um Martin Joensen

  1. Jeg har hørt sangen “Uttan teg” på nettet, og synes den er så fin. Jeg har prøvd å oversette den til norsk (nynorsk, som ligger nærmest færøysk). Jeg tenkte du kunne lese gjennom forslaget mitt, så jeg kunne få en tilbakemelding. Jeg har byttet ut noen bilder for å få det til å rime, men samtidig beholde stemningen i teksten. Kan jeg sende det til deg?
    Hilsen Egil Eide
    Sollia 18, 3748 Siljan, Norge

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s