Vælkomin …

_________________________________________________

Her finnur tú, kæri gestur, ymiskt tilfar, sum eg havi latið úr hondum millum ár og dag, umframt hugleiðingar og relevanta kunning annars.

Gev gætur, at savnið er ikki fullfíggjað. Enn vantar ymiskt tilfar, sum verður lagt út, so hvørt stundir eru til tess.

Myndina hevur dótturin, Malan, tikið uttanfyri vindeygað til skrivstovuna Millum Gilja, har bróðurparturin av tilfarinum á hesi síðu er vorðin til.
_________________________________________________

– og her er ein av nýggjaru tekstunum, skrivaður í 2010 …. kanska ein sjálvsmynd, hvør veit?

Og klokkan slær

Eitt andarhald ímeðan løtan líður,
– undrist yvir hvagar tíðin flýgur,
og um hon mann koma fram umsíður?
Og so ein pinkalítlan fuglalúr …

Tá ið eg var ein tíðarleysur drongur
ætlaði eg mær at vera kongur,
– tað ætli eg mær slettis ikki longur,
tí so hevði eingin verið eg.

Og klokkan slær, sjálvt um eg einki havi gjørt,
sig mær, hvat billar hon sær inn?
Eg slái aftur, men tað er so eiðasørt
at tað rørir lítlapinn!

Nú ringir meðan eg siti og tonki.
Galið nummar, frægari enn einki!
So fekk eg reist meg upp frá mínum beinki,
– at rørast sigst at vera sera sunt!

Eg siti her ímeðan sólin følnar.
Stari eftir kaffinum, ið kølnar.
Og eg tódni meðan kvøldið bólgnar,
– busti tenn og sleppi mær í song.

So liggi eg í náttini og droymi
hetjudreymir, sum eg altíð gloymi,
um alt eg kundi gjørt í hesum heimi.
So upp at hita kaffi frá í gjár…