Category Archives: Ólavur Højgaard

Jónatan & Anton

Jónatan & Anton vóru vinir.
Hildu saman, sigldu saman, alt var gaman.
Fóru so til Danmarkar at savna vit,
fyltu knokkin til hann stóð á tamb.

Men so kom slangan inn í paradís,
áh, Mikka, Mikka, tú vart ónd!
Tíni donsku eygu knústu hjørtu tvey,
áh, áh, áh, denn neyð!

Fyrst fall Anton fyri mikkuyndi,
vildi vísa henni føroyskt hetjulyndi.
Kleiv upp í ein krana hjá Burmeister & Wain,
so nú gongur neyðars Anton uttan bein!

Og so fór slangan eftir Jónatan,
áh, Mikka, Mikka, tú vart ónd!
Tíni donsku eygu knústu hjørtu tvey,
áh, áh, áh, denn neyð!

Jónatan, tíverri, var ein hosa,
keypti Mikku gávur upp í sekk og posa.
Tá bankin ikki longur vildi játta lán,
varð hosan tikin fyri vápnað rán.

Og slangan græt so nøkur rossatár,
áh, Mikka, Mikka, tú vart ónd!
Tíni donsku eygu knústu hjørtu tvey,
áh, áh, áh, denn neyð!

Kære Mikke, hvem bliver den  næste?
Hvilken stakkels sjæl skal dine arme gæste?
Bliver det en færømand, så beder jeg:
Lad det bare ikke blive mig!

Og slangan bíðar spent í paradís,
áh, Mikka, Mikka, tú vart ónd!
Tíni donsku eygu knústu hjørtu tvey,
áh, áh, áh, denn neyð!

Martin Joensen, 1985. Útgivin á Vestmenn-plátu/kassettubandi »Kanska í Dag«, 1985.

Advertisements

Eigi mær ein lítlan vin

Eigi mær ein lítlan vin, fittur er sum fáur.
Kann ei alt tað, sum hann vil, tó í mangum knáur.

Treystur, tá ið stendur á. Treiskliga hann strevast.
Viljin lýsir eygum úr, ikki vil hann gevast.

Skínur sum ein summarsól, tá hann sigur vinnur.
Kjálkareyður, bros á kinn, – stendur har so stinnur.

Onkuntíð tó tárar hann, um vit ikki skilja
hvat hann ætlar, hvat hann vil, – kann tað ikki dylja.

Máni, sól og stjørnubørn heilsa mínum vini.
Vita, hann er hetja, tó ikki heilt sum hini.

Martin Joensen, 1999-2000. Skrivaður til lag hjá Ólavi Højgaard til átakið
og sangkappingina Vælskapt Brek.

Rullirock

duravørður lov mær inn,
standi her við tár á kinn
eg vil hava rullirock
ella gangi eg amock

lívið er eitt ruckulív
uttan rullirock
fá mær eina luckuvív
og rock around the clock

risarock í dur og moll
einki er sum rock´n´roll
gev mær grindarock tonight
rútman er so spikafeit

hvat er lívið vert
uttan rullirock
sum ein skrivari
uttan skriviblock
sum ein hemari
uttan høgguslock

Leygarkvøld í Havn

Gloym bert tínar hjartasorgir og títt undirbit.
Vit skulu mála býin reyðan, Havnin skifta lit!
Busta allar tínar tenn og kovboystivlarnar,
– so skalt tú síggja millum menn, tær eingin kemur nær!

Sildarok í Singapore, rukkulív í London Town,
– einki samanberast kann við leygarkvøld í Havn.
Lat teg í tín besta jakka og tín bummullsvest,
so fara vit í býin, nú skal tað verða fest!

Kom við mær á Káta Hornið, kvøldarkrákuting!
Náttin gongur móti morgni, – reypa! Dansa! Syng!
Gongulag í gongugøtu mangan tykiskt tungt,
tó eftir hesa megnarløtu vit halda lagið ungt!

Martin Joensen, 1985. Skrivaður til lag hjá Ólavi Højgaard.
Útgivin á plátu/kassettubandi »Kanska í Dag«, Vestmenn, 1985

Meðan hann bíðar

Meðan hann bíðar á sandinum
føðist ein máni og løtan er bleik.
Skipini syvja á vágni og droyma
um Grønland og Svalbard og fisk.
Klokkan er fjúrtan minuttir í tólv,
– nær man hon fara at koma?
Tekur ein stein upp og blakar á sjógv,
– hví man hon vera so sein?

Tøgnin bert brotin av goyggjandi hundum
og bilum, ið murra framvið.
Á eini flaggstong ein sovandi likka
og smábørnini fara inn.
Himinin rodnar og sundið er gylt,
– nær man hon fara at koma?
Ringt er at bíða, tó lotið er milt,
– hví man hon vera so sein?

Heim eftir gøtuni hómast ein skuggi,
– hann kennir og tendrar eitt smíl.
Fara so niðan í dansin,
harmonikan spælir ein sorgblíðan vals.
Heima á Heygum fer fólkið í song,
– aftur ein dagur í morgin.
Kettan í kurvini droymir um fong,
– úti er náttin á veg.

Martin Joensen, 1987. Útgivin á Vestmenn-plátu/kassettubandi »Vestmenn 4«.

Enn

Brimið við bergið
nú legðist til ró.
Mánin mær lýsir
í náttini slóð.
Langt er at sigla,
drúgv er mín ferð.
Gud viti, hvat morgindagurin ber.

Aftur ein dagur
datt í Harrans hond.
Sólin sær smoygdi
til fjarskotnu strond.
Enn ert tú hjá mær,
enn ert tú her.
Gud viti, hvat morgindagurin ber

Summarið fór
meðan eg lá og svav.
Veturin kom
áðrenn eg visti av.
Gott at eg fann teg,
gott tú ert her,
Gud viti, hvat morgindagurin ber.

Martin Joensen, 2005. Skrivaður til lag hjá Ólavi Højgaard. Útgivin á fløgu Ólavs »Úr Vestmanna til Nashville«, 2005.

Undir stjørnunum

Undir stjørnunum hongur mánin nú.
Undir mánanum villist tú.
Reikar millum vón og iva,
millum dag og dimmi.
Undir stjørnunum vála vit.

Undir sólini vaksa mannabørn.
Undir hválvinum vaknar lív.
Somu luft vit anda,
sama vatnið sløkkir tostan.
Undir hválvinum vakna vit.

Eitt sprøklut fylgi á ferð á vónarvíddum,
– hvar gongur leið, hvar gongur leið?
Um tungar tindar og mjúkar grønar dalar,
– har gongur leið, har gongur leið!

Eg skal styðja teg, tá tú snávar á.
Eg skal bera teg um villan streym.
Tá tú troytt ert sovnað
skal eg vaka yvir tær.
Undir stjørnunum elska vit.

Orð & lag: Martin Joensen